Við Beatles- og listabókum á borðinum í íbúðini House of Sin hjá Epstein í París, sæst bretski politikarin og diplomaturin, Peter Mandelson, í undirbuksum við eini ónevndar kvinnu í morgunkápu. Amerikanska Department of Justice kunngerð myndina. Ríkmaðurin Jeffrey Edward Epstein (1953-2019) verður á Wikipedia lýstur við hesum inngangssetningi: American financier, child sex offender, serial rapist, and human trafficker. Afturvið myndum av politiskum maktpersónum í berum undirbuksum, sum omanfyri, og einum bretskum prinsi, ið toyggir seg inn yvir eini unggentu á gólvinum, undrast vit yvir tíðindini, sum eisini eru undirbygd av orðaknøppum meylsamskiftið frá Epstein, ið greitt eru um kynsligar tænastur, eisini til norsku krúnprinsessuna. Er hetta nakað, sum er frammi í tíðini, har maktin leitar eftir nýggjum mátum at hundsa við okkum, og sementera sína egnu ódeyðiligheit? Er reality sjovið hjá Trump flotið inn í okkara egnu stovur og hevur tryggjað honum makt, meðan tað...
Alternativ ferðamál, sum ikki fylgja hópferðavinnu, hava avbjóðingar, hvussu spennandi tey kunnu tykjast. Sky News sigur í dag frá, at fleiri enn 1500 bretar, sum hava verið í Kabo Verdi og hildi frí, eru vorðin sjúk. Tey hava fingið álvarsliga ilt í búkin, helst av mateitran. Seks bretsk ferðafólk eru deyð, fýra teirra inn fýra mánar eftir at hava verið í frítíðaroyggjunum. Bretska løgfrøðingastovan hjá Irwin Mitchell umboðar raktu ferðafólkini, sum hava verið í Kabo Verdi og hildið frí. Í fjør upplivdi eg Kuba, sum ynskir at gerast eitt feriuparadís sum í gomlum døgum. Veruleikin er tó, at landið er í fríum falli, har hvørki elektrisitet ella reinhald riggar. Ert tú ein daredevil, er hugtakandi við egnum eygum at uppliva hetta forfall, sum í allari neyðarsligheit er hugtakandi. Men ferðamál í vanliga chartertankanum er tað ikki. Feriuparadísið Kabo Verdi hevur navn eftir Cap-Vert í Senegal, sum er vestasti staður á fastlandinum í Afrika.