Skip to main content

Greenland Eyes í Norðurlandahúsinum


Undir heitinum Greenland Eyes bjóðar Norðurlandahúsið til trettan púra ókeypis filmsýningar í komandi døgum. Byrjað verður sunnudagin 5. oktober kl 17:00 við fyrsta altjóða spælifilminum, sum er gjørdur í Grønlandi, "Nuummioq" (Otto Rosing 2009 95 min). Virðislønti filmurin “Inuk” (Mike Magidson 2010 90 min) verður sýndur týskvøldið. Leikstjórin er til staðar og fer at svara spurningum eftir sýningina.


Úr skránni kann eisini nevnast heimildarfilmurin “Arfernat” (Bundgaard og Svinkløv 2014 77 min), sum verður sýndur mánakvøldið. Eisini hesin filmur hevur fingið sera góð ummæli, har hann hevur verið vístur. Leikstjórarnir eru til staðar mánakvøldið og fara at svara spurningum. Frá mánadag til mikudag eru sýningar kl 19:00 og kl 21:00. Hósdagin er ein sýning kl 17:00. Ókeypis atgongd er til allar filmar.